
EDU-ARCTIC er ES-fíggjað verkætlan, sum miðar eftir at brúka gransking í arktis sum amboð til at styrkja undirvísing í náttúruvísindum í Evropa. Verkætlanin eggjar næmingum í 13 – 20 ára aldri at leita sær útbúgving innan náttúruvísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði (STEM).
EDU-ARCTIC verkætlanin nýtir fjøltáttaði amboð til at menna kveikjandi undirvísing í STEM-fakunum:
- Arktisk vísindafólk bjóða netfrálæru
- Skúlar luttaka í náttúrukanningum
- Læraraskeið og verkstovur
- Polarpedia-portalur á netinum
- Møguleiki hjá næmingum og lærarum at vinna eina ferð til arktiska granskingarstøð
Høvuðsendamál
Fremsta málið við EDU-ARCTIC er at røkka ungum í framhaldsdeildum og miðnámsskúlum og styrkja áhuga teirra til náttúruvísindi, tøkni, verkfrøði og støddfrøði (STEM-fak) við at bjóða nýskapandi og hugtakandi undirvísing, sum verður atkomilig fyri skúlar um alt Evropa.
Verkætlanin byggir brýr millum vísindalig umhvørvi og skúlar, við at luttakandi skúlar fáa beinleiðis samband við vísindafólk á arktiskum støðum og vísindastovnum um alt Evropa. Næmingar, sum luttaka í verkætlanini, hava einastandandi møguleika til at fáa innlit í vísindaligar yrkismøguleikar og læra um ymisk vísindalig fakøki, meðan teir læra at byggja á vísindaligt háttalag og menna grundleggjandi førleikar at loysa fakligar avbjóðingar.
Verkætlanin
- Gevur næmingum innlit í leiklutin hjá vísindaligari gransking og vísindaligum málburði í heiminum í dag
- Økir vitan hjá næmingum um náttúru, landafrøði, náttúrutilfeingi, søgu, mentan og politikk
- Økir tilvitan um umhvørvisviðurskifti og veðurlagsbroytingar
- Eggjar ungum at velja sær yrkisleið innan STEMfakøkini
- Økir talið av kvinnum, sum velja sær náttúruvísindaliga yrkisleið við at vera tilvitandi um arbeiðshættir og málburð í mun til javnstøðuviðurskifti í undirvísingartilfarinum
- Leggur fram nýskapandi teldutøk undirvísingaramboð á portali, sum verður tøkur í minst 10 evropeiskum londum
- Styrkir førleika hjá lærarum
Niðanfyri síggjast tey 5 amboðini, ið eru ókeypis at brúka:


Á heimasíðuni: www.edu-arctic.eu kanst tú melda til bæði kapping og “online lessons”.
Lærarar kunnu tekna seg til her: http://edu-arctic.eu/program/teachers/register
Netfrálæru (fyrilestrar) finnur tú her: http://edu-arctic.eu/program/lessons
Finn ein fyrilsetur tit vilja luttaka á og vel síðani (enroll).
Fylg Edu-Arctic á socialu miðlunum:

Success story: EDU-ARCTIC
Teachers visiting Jarðfeingi: Bringing Arctic research into the Faroese schools
Lærarar vitjaðu Jarðfeingi: Arktisk vísindi til føroyskar skúlar Tann 4. januar 2018 skipaði Jarðfeingi fyri tiltaki fyri lærarum í fólkaskúlum og miðnámsskúlum um møguleikar hjá skúlum í Edu-Arctic-verkætlanini. Eini 25 lærarar úr m.a. Havnini, Klaksvík, Kambsdali og...
Online Lesson: Geological field observations – what is oldest?
*Dagføring: Her er ein leinkja til at síggja fyrilesturin á youtube: https://www.youtube.com/watch?v=gN3BfkGPwxY Hvat er hent uppi á Sátuni fyri milliónum av árum síðan, sum brýtur grundleggjandi jarðfrøðiligar meginreglur? Her á Sátuni við Leynar á Streymoynni finna...
Engaging students in STEM education through Arctic research
EduArctic er ein ES-verkætlan, sum bjóðar skúlum inn í vísindaliga umhvørvið við hugtakandi søgum frá arktiskari gransking í m.a. Føroyum, Svalbard, Íslandi og Noreg. Verkætlanin vendir sær serliga til ung og lærarar teirra í framhaldsdeild og miðnámsskúlum við...