Í seinastu viku var Jarðfeingi í Egersund í Norra til eina verkstovu í sambandi við GEOfoodEDU-verkætlanina.

Hendan verkætlanin er sprottin úr eini størri verkætlan, sum kallast GEOfood. GEOfood merkir staðbundið tilfar ella ein rættur á einum matkorti, ið er framleiddur vistfrøðiliga og á einum staði inni í eini UNESCO Global Geopark. Hetta skal byggja upp undir ein burðardyggan búskap í nærsamfelagnum.

Hugtakið GEOfood stavar frá Magma UNESCO Global Geopark í 2015, og síðani er hugtakið og vørumerkið blivið heimsfevnandi og er nú at finna í 31 geoparkum kring heimin. Ein UNESCO Global Geopark er eitt geografiskt økið, ið er kent fyri sína týdningarmiklu jarðfrøðiligu søgu. Í dag eru 160 geoparkir kring heimin í 44 ymiskum londum. Magma Geopark gjørdist formliga ein UNESCO Global Geopark fyri 12 árum síðani.

EDU-parturin er so ein nýggj verkætlan, ið er sprottin úr tí stóru GEOfood-verkætlanini. GEOfoodEDU er stuðlað av NORA, og endamálið við verkætlanini er at skjalfesta og lýsa GEOfood tilfar, matarskráir og framleiðarar og harafturat at undirvísa ferðandi, skúlum og fólki á staðnum um virðið á GEOfood. Gunnleyg Ihlen og Barbara B. Hansen umboðaðu Jarðfeingi á verkstovuni.

Endamálið við verkstovuni var at býta vitan (Best practice) innan mat, undirvísing og burðardygga framleiðslu. Verkstovan varð hildin í hølunum hjá Magma Geopark í Egersund. Eitt av endamálunum var eisini at vitja fleiri Geostøð, lokalar matframleiðarar og ein miðnámsskúla. Millum annað vitjaðu vit gomlu træhúsini í Jøssingfjord, Løyning gård, Brufjell, Brufjellholurnar og eisini fleiri matstovur, ið eru partur av GEOfood-verkætlanini. Harafturat fingu vit eina rundvísning á tí spildurnýggja ”Science-museum” í Jøssingfjord, ið verður bygt í løtuni – ein framúr spennandi verkætlan, ið væntandi letur upp fyri almenninginum í 2023.

Partnarnar í verkætlanini eru:

  1. Magma UNESCO Global Geopark (Magma) – Norra (Verkætlanarleiðari)
  2. Katla UNESCO Global Geopark (Katla) – Ísland
  3. Jarðfeingi (Faroese Geological Survey) – Føroyar
  4. Innovation South Greenland – Grønland

Les meira um verkætlanina her: GEOfood EDU – Geofood

Myndir eru m.a. frá Sarah Woodall