Í oktoberútgávuni av altjóða viðurkenda vísindaliga jarð-kolvetnistíðarritinum AAPG Bulletin (American Association of Petroleum Geology Bulletin) hevur Óluva R. Eidesgaard, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, saman við Lars Ole Boldreel, Københavns Universitet, Niels Hemmingsen Schovsbo, GEUS, og Janu Ólavsdóttir, Jarðfeingi, fingið áhugaverda grein almannakunngjørda. Greinin ber heitið “Hydrocarbon-bearing volcanic lava deltas as potential reservoirs: A case study from the North Atlantic Igneous Province, Faroe-Shetland Basin”.

Greinin viðger tey trý gassintervallini borað varð gjøgnum í tí sonevndu Anne-Marie-boringini, ið italska ENI gjørdi í 2010. Anne-Marie-boringin liggur skamt frá markinum til Stórabretland, einans 20 km eystanfyri Cambo-fundin. Tað áhugaverda við teimum trimum gassintervallinum er, at tey vórðu funnin í einum lavadelta, sum ikki er eitt vanligt kolvetnisgoymslugrýti. Greinin kann viðvirka til, at meira fokus fer at verða á basaltiskt tilfar sum goymslugrýti yvirhøvur, bæði tá talan er um kolvetni, jarðhita, grundvatns­goymslur ella sum CCS-goymslur (Carbon capture and storage).

Ein enskur samandráttur av greinini sæst her á AAPG Bulletin, meðan hald krevst fyri at síggja alla greinina.

Fleiri upplýsingar um greinina kunnu fáast við at venda sær til Óluvu R. Eidesgaard.