Fyrstu boringarnar á føroyska landgrunninum vóru allar í ella nærhendis Judd-lægdini. Hesar boringar vístu, at jarðfrøðin upp á nógvar mátar var ein onnur enn væntað, har størsta avbjóðingin viðvíkjandi kolvetnisleiting var, at har var nærum bara sandur og harvið onki “segl”, sum kundi fanga kolvetnið (leirgrýti er mest vanliga segl í kolvetnisfellum). Hetta gjørdi, at oljufeløg byrjaðu at hyggja at øðrum pørtum av føroyska landgrunninum.
Nú hava Heri Ziska, Uni Árting og Morten Riishus givið út grein í viðurkenda tíðarritinum Petroleum Geoscience, har teir hava hugt nærri at økinum í og kring Judd lægdina. Hendan greinin vísir á fyrsta sinni, hvussu gosgrýti og annað grýti rennur saman mitt í Hetlandsrennuni. Hetta er viðkomandi í sambandi við kolvetnisleiting, tí gosgrýti er sum oftast líka tætt sum leirgrýti og kann tískil vera tað seglið, sum annars manglar í økinum, har fyrstu boringarnar vórðu gjørdar.
Í greinini verður víst á, hvussu hesi trý tíðarskeiðini, har gosgrýti er komið inn í økið, hvør sær hava givið møguleika fyri fleiri ymiskum sløgum av kolvetnisfellum, m.a. fellum, ið eru meinlíkar Rosebankfundinum bretskumegin markið.