Dagarnar 6-9. september var Jarðfeingi umboðað við bási á altjóða kolvetnisráðstevnu í Cancun í Meksiko.
Sum liður í nýggju marknaðarføringsætlanini í sambandi við fjórða útbjóðingarumfar hava jarðfrøðingar av Jarðfeingi fyri aðru ferð í ár verið vestan fyri Atlantshavið við bási fyri at vísa á teir møguleikar, sum enn liggja goymdir í føroyska landgrunninum.
Ráðstevnan vardi í fýra dagar, og jarðfrøðingar okkara høvdu fleiri áhugaverdar vitjanir á básinum hesar dagarnar. Á ráðstevnuni var eisini ein røð av fyrilestrum, bæði granskarar, veitingarfeløg umframt oljufeløg nýttu høvi at greiða frá nýggjari vitan og nýggjum royndum. Á ráðstevnuni vóru umleið 1500 vitjandi.

Óluva Eidesgaard og Jim á Horni umboðaðu Føroyar á ráðstevnuni í Meksiko saman við fotografinum, Barbaru Biskopstø. Tey eru øll jarðfrøðingar á Jarðfeingi
AAPG│SEG International Conference & Exhibition ráðstevnan er fyriskipa av felagsskapurin AAPG (American Association of Petroleum Geologists) og SEG (Society of Exploration Geophysicists).
