SIS.net hjá Horizon2020 útgevur søguna um væleydnaðu verkætlanina EDU-ARCTIC, sum Jarðfeingi luttók í frá 2016 til 2019. Agata Gozdzik, verkætlanarleiðari, greiðir í samrøðuni frá verkætlanini, sum virkaði fyri at styrkja áhugan hjá ungum fyri náttúruvísindum, serliga til arktiska gransking.

Partnarar í EDU-ARCTIC verkætlanini komu frá seks stovnum úr Íslandi, Norra, Fraklandi, Póllandi og Føroyum.

Grundhugskotið í EDU-ARCTIC”, greiðir Agata frá,”var at styrkja hugin hjá ungum til vísindi, STEM og eina starvsleið innan arktiska gransking.”

EDU-ARCTIC skipaði fyri virksemi fyri skúlar í øllum Evropa sum t.d. fyrilestrar á alnótini, skeiðum fyri lærarum og upplýsandi tilfari um arktisk evnir á Polarpedia. Afturat hesum skipaði verkætlanin fyri trimum stórum skúlakappingum, har fleiri skúlar í Føroyum eisini luttóku. Hetta verður lýst í greinini “EDU-ARCTIC competitions as an effective way to increase student’s interest in STEM.”

“Hugskotið til EDU-ARCTIC kom frá stóru pólsku verkætlanini, EDUSCIENCE, sum var virkin frá 2011 til 2015. Tann verkætlanin bjóðaði eina røð av virksemi fyri skúlum, sum t.d. fyrilestrar á alnetinum, vitjanir á granskingarstovnum og vísindaútferðir fyri skúlar. Eisini skipaði EDUSCIENCE fyri tveimum kappingum fyri ungar næmingar, har vinningurin var ein ferð til pólsku granskingarstøðina í Hornsund á Svalbard. Arktis bergtekur bæði lærarar og næmingar, og vit ynsktu at breiða hetta hugskot til alt Evropa. – Og soleiðis byrjaði EDU-ARCTIC,” greiðir Agata frá í samrøðuni.

     

Les alla samrøðuna um EDU-ARCTIC í SIS.net her