Nýggja bókin “Føroysk mineral & grótsløg” hjá Jarðfeingi er komin í bókhandlarnar.
Hetta er handbókin, sum tú kanst taka við á túrum, tá ið tú vilt eyðmerkja okkurt, sum tú sært í náttúruni. Her finnur tú upplýsingar um løgnu, vøkru tinnuna, sum hevur ligið í túninum í áravís ella eitthvørt jarðfrøðiligt fyribrigdi, sum tú sært í fjøllunum og undrast á.
Bókin er prýdd við myndum, myndalýsingum og frágreiðingum, sum lýsa ta føroysku jarðfrøðina og margfaldið av mineralum, grótsløgum og fyribrigdum, sum vit finna her á landi.
Bókin er 254 síður í trimum pørtum við sjey kapitlum um jarðfrøði, mineral, grótsløg og jarðfrøðilig fyribrigdi í føroysku náttúruni.
Fyrsti parturin í fýra kapitlum byrjar við at seta Føroyar í ein samanhang við jarðfrøðina á gongustjørnuni jørðini. Síðani lýsir bókin eldgosini, sum bygdu føroysku basaltfláirnar. At enda lesa vit um niðurbrótingina av upprunaliga landinum til tær Føroyar, sum vit kenna í dag.
Annar partur av bókini lýsir tey føroysku mineralini, bæði mineralini, sum mynda basalt og mineralini, sum eru íkomin seinni. Eyðkennini hjá hvørjum einasta minerali verða lýst við myndum, krystalltekning og mineraleginleikum, eitt nú kloyving, herða, litur og so framvegis.
Triði partur lýsir tey føroysku grótsløgini, bæði gosgrót, sum er basalt av ymiskum slagi, og legugrót, sum kann vera sandgrót, ymiskt legugrót og kol. Sumt av hesum gróti vísir steinrenningar av plantum, sum vuksu í Føroyum fyri milliónir av árum síðani.
Seinasti kapittul í bókini lýsir jarðfrøðilig fyribrigdi sum t.d. poknugrót, malargrót, keppavond og mangt annað, sum eyðkennir jarðfrøðina í føroysku náttúruni.
Rithøvundar eru Uni Árting, Barbara Biskopstø Thorsteinsson og Lis Mortensen.
Bókin Føroysk mineral og grótsløg kom út í bókahandlarnir 13. november. Hon kostar kr. 299. Rithøvundarnir greiða frá bókini á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum leygardagin 15. november kl. 13 og sunnudagin 16. november kl. 13 fyri børnum.
Saman við bókini gevur Jarðfeingi út fleiri kort og plakatir við føroyskum mineralum og grótsløgum í støddunum B2, A3 og A5.
Bøkurnar kunnu keypast frá Bókamiðsøluni og í øllum bókahandlum kring landið, m.a. í Rit og Rák, H.N. Jacobsens bókahandli og í Bókabúðini (Runavík og Klaksvík).

