Katrin Dánjalsdóttir, ið lesur orkuverkfrøði á triðja ári á Fróðskaparsetrinum, hevur verið í starvsvenjing á Jarðfeingi í 2020.

Katrin hevur arbeitt við dátum frá jarðhitaboringum. Arbeiðið innihelt bæði praktiskt arbeiði við at fáa til vega dátur úr sjálvum boriholinum og víðari viðgerð og tulking av hesum dátum. At máta hitabroytingar í grundvatninum niður í gjøgnum boriholini gevur okkum nógva nýggja vitan um, hvussu hitin ferðast og verður goymdur í undirgrundini. Eisini hevur Katrin hugt eftir hitaprofilum í jarðhitaboringum í øllum Føroyum, hetta við atliti til at kortleggja hesar broytingar.

Katrin er nú farin í holt við seinasta partin av lesnaðinum, har hon saman við Hannes Lesch, sum hevur verið í starvsvenjing á Umhvørvisstovuni, fer at gera eina bachelorverkætlan um dátur frá jarðhitaboringum í Føroyum.

Her er Katrin úti og mátar hitan niður ígjøgnum eitt jarðhitahol saman við Romica Øster frá Jarðfeingi.

Her er Katrin úti og mátar hitan niður ígjøgnum eitt jarðhitahol saman við Romica Øster frá Jarðfeingi.

Í dag eru umleið 330 máld jarðhitahol í dátugrunninum hjá Jarðfeingi.