Ein dagin fyri mongum árum síðan, vóru kunoyingar á fjalli Norðuri í Dali. Ein teirra, Hans Jacob Sólbjørg, fann eina stóra sjáldsama vakra tinnu, sum tyktist hava bløðrur so stórar sum lundaegg.
Jens Juel Sólbjørg, sonur hansara, greiðir frá søguni um lundaeggið, sum vísti seg at vera ein sjáldsom tinna:
“Tað mundi vera um 1930, +- tvey ár.
Kunoyingar fóru sum vant á skurðfjall Norð í Dal. Pápi mín, Hans Jacob Sólbjørg, hevði ódn í Sandrók, ið er niðasta rók í Skorðunum og sá okkurt, ið líknaði einum lundaeggið, men gav sær ikki meira far um tað annars.
Tað rakst ofta illa og so var eisini henda dagin, og tá ið komið var á rætt, varð avgjørt at laða upp í Vørsluna og so beina fyri tí, ið eftir var, dagin eftir. Hetta varð so gjørt, og tá ið pápi kom aftur í Sandrók, lá umtalaða lundaegg við sama lag. Tá í tíðini var ikki óvanligt at lundaegg rókust í haganum, men rovfuglurin syrgdi fyri, at tey ikki lógu leingi. Hann bleiv tí forvitin og sparkaði til eggið, men tað lá fast. Tá var bara hægsta bløðran undan svørðinum. Hann fekk so við og við, hjálptur av slíðraknívinum, grivið hana leysa. Hon bleiv so fatlað og borin heim í Dalin.
Hon darvaði rímligt nógv hjá einum fjallmanni. Tá hevði ein eldri maður, Andrias Seyðberg, á orði og bað hinar fara við gonguni. Hann skuldi koma aftaná við tinnuni. (Tað vóru 4 fjóðringar til hús).
Tinnan bleiv so vaskað og turkað og sett inn í betri stovuna á ein ljósadúk.
Í 1957 fluttu vit so við øllum húsinum inn til Klaksvíkar, og hevur tinnan so staðið á ljósadúki í stovuni hjá okkum.”
Í desember 2015 fekk Jarðfeingi eina stórfingna jólagávu, tá Jacob Meinhard Sólbjørg, sonur Jens Juel Sólbjørg, lat kalsedon-tinnuna til jarðfrøðisavnið. Tinnan sæst í løtuni í jarðfrøðiframsýningini á Tjóðsavninum í Hoyvík.

Jens Juul Sólbjørg sigur frá, at tinnan “er funnin á eystasta rygginum í Sandrók í Skorðunum, Norður í Dal í Kunoy, har hægsta bløðran kom undan svørðinum. Gilið og ketilin eystanfyri kallast Í Gullketli, hvaðani tað navnið so kemur.”
Um kalsedon-tinnuna
Kalsedon-tinnan er 30 cm long, 17,5 cm breið og umleið 10 cm høg. Hon vigar 5,5 kg. Tinnan er brotin úr størri eind og hevur sostatt verið størri.
Kalsedon-tinnan er vaksin fram í eini holu í basaltinum. Fyrst vóru útfellingar av mineralum framvið vegginum í holuni og síðan vaks tinnan út í innilokaða tómrúmið við rundum skapi frá smáum sandkornum.
Við tíðini er máðað burturav landinum, sum var, og holan við kalsedon-tinnuni er komin undan í berginum í Kunoy. Tæringin át inn í holina, so tinnan er brotnað burturúr og dottin oman, har hon steðgaði á eina rók. Her varð kalsedontinnan funnin av kunoyingum.
Kalsedon í Føroyum
Kalsedon, eisini nevnd eldtinna ella grátinna, finst um allar Føroyar, men so stórt og vakurt stykkið sum hetta er sera sjáldsamt.
Kalsedon er kámt grátt á liti, ber stundum á blátt. Hetta er ein ørsmákrystallut slag av mineralinum kvarts. Kalsedon er fínpoknut, og kann hava ymiskar litir. Agat, onyx, karneol og jaspis eru øll frábrigdi av kalsedoni. Kalsedon er vanlig at finna í rivum, poknum og holum í basalti.
Hesar tinnur nevnast eldtinna. Tað kemur av, at um tú slær tvær tinnur av hesum slag móti hvør aðrari, kemur ein neisti frá.
Gávur til jarðfrøðisavnið er gáva til føroyingar
Jarðfeingi hevur ábyrgd av innsavning av mineralum og grótlutum til jarðfrøðisavni á Jarðfeingi. Nógvir túsund slíkir lutir, sum eru innsavnaðir í eini 200 ár, eru í dag á goymslu á Jarðfeingi. Eitt úrval av lutunum sæst á jarðfrøðiframsýningini á Tjóðsavninum í Hoyvík.
Flestu lutir eru innsavnaðir sum partur av jarðfrøðiliga arbeiðnum í Føroyum. Hópur av lutunum eru latnir jarðfrøðisavninum sum gáva, og tað kunnu vit øll vera takksom fyri.
Nýggjar reglur skulu menna jarðfrøðisavnið
Jarðfeingi hevur sambært ráevnislógini vegna Føroya Landsstýri ábyrgd av innsavning av mineralum (tinnum) og grótlutum til Jarðfrøðisavn Landsins á Jarðfeingi.
Við hesi lógarheimild verður arbeitt við nýggjum reglum, sum kunnu menna jarðfrøðisavnið á Jarðfeingi.
Heitt verður á øll at vera við til at byggja upp føroyska mineral- og grótsavnið. Fólk, sum ynskja at siga frá serstøkum tinnum og steinum úr Føroyum, eru vælkomin at boða frá við at senda hesa upplýsingar:
- Mynd av luti
- Navn á innsavnara
- Telefonnummar hjá innsavnara
- Dato, nær luturin er innsavnaður
- Hvar er luturin funnin
- Møgulig víðari lýsing.
Sendast til jardfeingi@jardfeingi.fo
Um Jarðfeingi út frá myndini metir, at luturin er áhugaverdur fyri jarðfrøðisavnið, vera boð send til avsendara við umbøn at kanna lutin nærri á Jarðfeingi.

