Ráðevni í undirgrundini:

Jarðfeingi umsitingarligar allar almennar uppgávur í sambandi ráðevnini í føroysku undirgrundini. Stovnurin samskiftir við føroysk og útlendsk feløg umframt aðrar føroyskar myndugleikar, ið røkja uppgávur, sum liggja uppat hesum virksemi. Jarðfeingi kunnar almenningin um ráðevni í føroyskum øki.

 

Uppgávurnar fevna um:

  • at veita forkanningarloyvir
  • at fyrireika útbjóðingarumfør, herundir hvørji øki, ið skulu bjóðast út, treytir o.a.
  • at fyrireika loyvi, ið avvarðandi landsstýrismaður síðani veitir til leiting og meting
  • at vera eftirlitsmyndugleiki í samband við givin loyvi, t.d. viðvíkjandi trygdarspurningum, arbeiðsumhvørvi og oljuvirkseminum í síni heild