Grundvatn

Føroyar fingu tí fyrstu grundvatnslógina í 2023. Jarðfeingi umsitur hesa lógina vegna landstýrismannin í Uttanríkis- og vinnumálum.

 

Lógir, kunngerðir og reglugerðir:

Løgtingslóg nr. 77 frá 1. juni 2023 um grundvatn

Tilhoyrandi kunngerð:
Kunngerð nr. 121 frá 17. november 2023 um at gagnnýta grundvatn

Umsóknarblað:
Umsókn um loyvi sambært løgtingslóg nr. 77 frá 1. juni 2023 um grundvatn og kunngerð nr. 121 frá 17. november 2023 um at gagnnýta grundvatn, sum rennur úr boringum, keldum og í tunlum:
Tak umsóknarblaði niður her!

_____________________________________________________

Løgtingslóg nr. 30 frá 10. mai 2024 um broyting í løgtingslóg um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum og í løgtingslóg um fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum

Tilhoyrandi reglugerð:
Reglugerð um stuðul til kanningar í undirgrundini til frama fyri grøna orkuskiftið
(Tak skjali niður her)


Umsóknarblað:
Umsókn viðvíkjandi stuðul til kanningar í undirgrundini til frama fyri grøna orkuskiftið:
(Tak skjali niður her)

 

 

Loyvir

Vatnið í Sumbiarbergholinum
Loyvishavarar

  • Sumbiar Kommuna 
    Stødd á loyvinum: 50 % av samlaðu vatnmongdini í tunlinum.
    Loyvið fevnir harumframt um avlopsvatnið, sum fer fyri skeyti, um tað ikki verður gagnnýtt.
  • Sp/f Kirvi
    Stødd á loyvinum: 1/10 av samlaðu vatnmongdini í tunlinum.
    Treyt: loyvið skal brúkast til vinnuliga framleiðslu av drekkivatni og/ella vinnuliga framleiðslu av alkohol/rúsdrekka.
  • Sp/f Nomi Water
    Stødd á loyvinum: 1/10 av samlaðu vatnmongdini í tunlinum.
    Treyt: loyvið skal brúkast til vinnuliga framleiðslu av drekkivatni.
  • P/F Føroya Bjór
    Stødd á loyvinum: 1/100 av samlaðu vatnmongdini í tunlinum.
    Treyt: loyvið skal brúkast til vinnuliga framleiðslu at tynna rúsandi løgir við.