Oljuvirksemið á Jarðfeingi fevnir um allar almennar umsitingarligar uppgávur í sambandi við oljuleiting og útvinningarvirksemi í Føroyum. Stovnurin samskiftir við føroysk og útlendsk olju- og kanningarfeløg umframt aðrar føroyskar myndugleikar, ið røkja uppgávur, sum liggja uppat hesum virksemi. Jarðfeingi kunnar almenningin um oljuleitingina í føroyskum øki.

olja

Uppgávurnar fevna um:

  • at veita forkanningarloyvir
  • at fyrireika útbjóðingarumfør, herundir hvørji øki, ið skulu bjóðast út, treytir o.a.
  • at fyrireika loyvi, ið avvarðandi landsstýrismaður síðani veitir til leiting og meting
  • at vera eftirlitsmyndugleiki í samband við givin loyvi, t.d. viðvíkjandi trygdarspurningum, arbeiðsumhvørvi og oljuvirkseminum í síni heild

Útbjóðingarumfør

Kolvetnislógin ásetur, at áðrenn farast kann undir oljuleiting, skal ein lóg um loyvisumfarið leggjast fyri løgtingið saman við einum standardloyvi, sum inniheldur reglur galdandi fyri loyvisumfarið.