Innbjóðing at søkja um loyvi til oljuleiting – 4 útbjóðingarumfar
Vælkomin til fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir kolvetnum.
Sambært § 7(1), stk í løgtingslóg nr. 31 of 16 March 1998 um kolvetnisvirksemi, hereftir nevnd kolvetnislógin, lýsir landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hervið eftir umsóknum um loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum á føroyska landgrunninum. Økini, sum verða boðin út, og almennu treytirnar, ið verða settar loyvishavarum, eru ásett í løgtingslóg nr. 72 frá 28. februar 2017 fyri fjóðra útbjóðingarumfar.
Umsøkjarar
Fortreytir fyri at fáa loyvi
Samráðingarevni
- Arbeiðsskránna fyri einstaka loyvi
- Tíðarætlanina fyri leitiskeiðið
Metingarstøði, tá loyvishavarar verða valdir
Í umsóknini skulu vera hesar upplýsingar í hesi raðfylgju
myndugleikunum í Føroyum, meðan umsóknin verður viðgjørd. Søkja fleiri feløg saman, skal upplýsast hvussu stóran lut av loyvinum, einstøku feløgini átaka sær, og hvat av teimum er fyristøðufelag.
b) Umsóknarøkið lýst við landafrøðiligum krosstølum og avmarkað við breiddar- og longdarstigum víst við heilum stigminuttum, og við ávísing til teigatøl.
c) Uppskot um arbeiðsskyldurnar, ið umsøkjarin vil átaka sær fyri gjølla at kortleggja oljuvánimar og leita eftir kolvetnum á umsóknarøkinum, og um tíðarætlanina fyri virkseminum.
d) Uppskot um hvussu umsøkjarin vil tryggja veruligar møguleikar fyri føroyskari luttøku, herundir menning av vinnuførleika, í kolvetnisvirkseminum.
e) Í fylgiskjali 1 skal vera ein samandráttur av umsóknini.
f) Í fylgiskjali 2 skal vera ein jarðfrøðilig meting av økinum, sum søkt verður um.
g) Í fylgiskjali 3 skulu vera upplýsingar og uppskot í sambandi við føroyska luttøku í kolvetnisvirkseminum.
h) Í fylgiskjali 4 skulu vera partafelagsupplýsingar.
i) Í fylgiskjali 5 skulu vera upplýsingar um førleika og royndir umsøkjarans viðvíkjandi heilsu, trygd og umhvørvi.
Jarðfeingi tilskilar sær rætt at krevja ískoytisupplýsingar.
Upplýsingarnar, sum verða givnar í umsóknini, herundir fylgiskjølunum, verða viðgjørdar í trúnaði, jvb. í hesum sambandi § 21 í standardloyvinum.
Umsóknir eiga í mesta lagi at vera 10 síður, fylgiskjøl ikki íroknað.
Umsóknirnar, herundir fylgiskjølini, kunnu vera á føroyskum ella enskum máli.
Umsøkjarar kunnu við at venda sær til Jarðfeingi fáa
Umsóknirnar skulu latast til:
Føroyar
Er ynski um at senda stórar fílar, vinaliga set teg í samband við okkum
á oei@jf.fo so fært tú eina leinkju sendandi har tilfarið kann leggjast á
Ágáva:
Fyri viðgerð av umsókn um hvørt loyvi sær verður kravd ágava uppá DKK 20.000.
Ágávan verður goldin Jarðfeingi kostnaðarfrítt á konto hjá:
FO-160 Argir
Avrit av kvittan fyri, at ágávan er goldin, skal vrea hjáløgd umsóknini
Ymiskt
standardloyvinum.
Innan 30 dagar eftir, at loyvið er veitt, skal loyvishavarin veita trygd fyri, at hann kann lúka allar skyldur, sum liggja á honum sambært loyvinum. Landsstýrismaðurin skal góðkenna trygdina og kann krevja broytingar, jvb. § 25 í standardloyvinum. Innan tríggjar mánaðir eftir, at loyvið er veitt, skal loyvishavarin leggja eina ætlan fyri landsstýrismannin til góðkenningar, um hvussu og hvar virksemið á landi verður skipað í leitiskeiðnum, jvb.§ 16, stk. 2 í standardloyvinum.
Gjørt verður vart við, at fyristøðufeløg skulu hava hóskandi útgerð til at basa oljulekum, meðan borivirksemi fer fram. Sambært § 7, stk. 3 í kolvetnislógini kann landsstýrismaðurin lata vera við at ganga innkomnum umsóknum á møti.


