Um ein granskingarstovnur ætlar at gera jarðfrøðiligar kanningar, ið kunnu hava týdning fyri leiting eftir kolvetni, krevst eitt vísindaligt kanningarloyvi. Munurin í millum eitt forkanningarloyvi og eitt vísindaligt kanningarloyvi er:

  • Ongin kostnaður er knýttur at vísindaligum kanningarloyvum
  • Einki trúnaðarskeið er sett á dátur, ið eru fingnar til vega umvegis eitt vísindaligt kanningarloyvi.

Um vísindaligt kanningarloyvi
Eitt vísindaligt kanningarloyvi gevur loyvistakaranum rættin til at at gera vísindaligar kanningar í Føroyum ella á føroyskum frálandaøki. Eitt slíkt loyvi gevur ikki loyvishavaranum framíhjárætt at leita eftir ella framleiða kolvetni ella onnur ráevnir í Føroyum ella á føroyskum frálandaøki.

Jarðfeingi fær avrit av øllum kanningarúrslitum til varðveitslu.

Fyri sum minst at órógva gýtingarstovnarnar og fiskiveiðu eru seismiskar kanningar á havøkinum kring Føroyar avmarkaðar til ávís tíðarskeið á árinum.

Harafturat hava umboð útnevnd av Jarðfeingi til eina og hvørja tíð rætt at vera til staðar fyri at hava eftirlit við kanningum og øðrum virksemi sambært hesum loyvi.

Hvat krevst fyri at fáa eitt vísindaligt kanningarloyvi

Feløg, ið vilja hava eitt vísindaligt kanningarloyvi verða vinaliga biðin um at geva hesum gætur:

1. Umsókn um eitt vísindaligt kanningarloyvi skal sendast til:

Jarðfeingi
Jóannesar Paturssonargøta 32-34
Postboks 3059
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel. +298-357000
Teldupostur: jardfeingijardfeingi.fo

2. Ein umsókn um vísindaligt kanningarloyvi skal í minsta lagið upplýsa:

  • Økið, har kanningar verða gjørdar (positiónlinjur o.s.fr.),
  • Meting av, hvussu langa tíð tað tekur at gera kanningarnar,
  • Kanningarhættir og amboð,
  • Skip, íroknað hjálparskip, ið vera brúkt, og í hvørjum landi tey eru skrásett.

3. Eitt vísindaligt kanningarloyvi er galdandi fyri tað tíðarskeiðið, sum er ásett í loyvinum og gevur loyvishavaranum loyvi til at gera vísindaligar kanningar (seismiskar, magnetiskar, gravimetriskar, jarðfrøðiligar royndir o.s.fr.).

4. Eitt avrit av loyvinum skal vera umborð á kanningarskipinum. Loyvishavarin skal tryggja sær, at skipsførarin á skipinum veit um innihaldið í loyvinum.

5. Føroyskir myndugleikar síggja gjarna, at loyvishavarar eru tilreiðar at seta føroyingar í starv, og at loyvishavarar geva føroyskum fyritøkum møguleikar fyri – í kapping við aðrar – at veita vørur og tænastur, t.d. hjálparskip, í sambandi við sítt virksemi sambært vísindaliga kanningarloyvinum

Tak niður eitt eintak av einum “Vísindaligum kanningarloyvi”

Set teg í samband við Jarðfeingi um tú ynskir at hoyra meira um eitt vísindaligt kanningarloyvi – Á landi (jardfeingi@jardfeingi.fo)