Á heysti 2003 varð gjørt av at fara undir at skipa fyri einum nýggjum útbjóðingarumfari á landgrunninum. Lóg um annað útbjóðingarumfar saman við modelloyvi varð samtykt av løgtinginum í mai 2004, og tá freistin at handa inn umsóknir var farin, hevði oljumyndugleikin móttikið 9 umsóknir frá 5 samtøkum ella einstøkum feløgum.
Tilsamans 8 feløg myndaðu umsóknirnar, av teimum vóru eisini feløg, sum ikki høvdu leitiloyvi í Føroyum frammanundan.

Tilfar til annað útbjóðingarumfar
- Innbjóðing at søkja um loyvi til oljuleiting, faldari
- Fylgiskjal 1, samandráttur av umsókn
- Fylgiskjal 2, jarðfrøðilig meting av umsóknarøkinum
- Fylgiskjal 3, fíggjarlig meting av leitimiðunum
- Fylgiskjal 4, upplýsingar viðv. føroyskari luttøku
- Fylgiskjal 5, partafelagsupplýsingar
- Fylgiskjal 6, upplýsingar um førleika og royndir viðv. heilsu, trygd og umhvørvi
- Prospekt í sambandi við annað útbjóðingarumfar, bóklingur
Lóg um annað útbjóðingarumfar
- Lóg um annað útbjóðingarumfar við viðmerkingum 17. mai 2004
- Fylgiskjal A, kort yvir útboðsøkið
- Fylgiskjal B, standardloyvi annað útbjóðingarumfar
Kort yvir loyvini
Kort yvir tey sjey loyvini, sum vóru veitt í fyrsta loyvisumfarinum 17. august 2000

