Eftir at lógin um fyrsta útbjóðingarumfar varð samtykt á løgtingi í februar 2000, varð alment lýst eftir umsóknum til loyvi til oljuleiting.
Tá freistin at søkja um loyvi var farin í mai sama ár, høvdu myndugleikarnir móttikið 23 umsóknir frá 17 oljufeløgum, av teimum vóru 2 føroysk. Tann 17. august 2000 kundi landsstýrismaðurin í oljumálum lata tey 7 fyrstu loyvini til oljuleiting á føroyska landgrunninum.

Tilfar at taka niður í samband við fyrsta oljuútbjóðingarumfar:
- Innbjóðing til at søkja um loyvi til oljuleiting
- Fylgiskjal 1, samandráttur av umsókn
- Fylgiskjal 2, jarðfrøðilig meting av umsóknarøkinum
- Fylgiskjal 3, fíggjarlig meting av leitimiðunum
- Fylgiskjal 4, upplýsingar viðv. føroyskari luttøku
- Fylgiskjal 5, partafelagsupplýsingar
- Fylgiskjal 6, upplýsingar um førleika og royndir viðv. heilsu, trygd og umhvørvi
Lóggáva

