Týsdagin 23. juni vardi Rakul Maria I. Johannesen PhD-ritgerð sína um møguleikarnar fyri varandi goymslu av CO₂ í føroyskum basalti. Granskingin viðger eitt evni, sum kann fáa stóran týdning í arbeiðinum við at minka um útlát av vakstrarhúsgassi. Rakul hevur verið knýtt at Jarðfeingi undir PhD-lesnaðinum, og vit fegnast um hetta týdningarmikla avrikið.

Les meira í greinini hjá Granskingarráðnum niðanfyri:

Sí grein her: Rakul Maria I. Johannesen vart ph.d. um CO₂-goymslu í føroyskum basalti