Fyri at røkka málinum um at avmarka veðulagsbroytingar eru vit noydd til at minka um CO2-útlátið. Hetta kann gerast við at umleggja frá fossilum orkukeldum til varandi orkukeldur. Tað finnast tó útlátarar, ið ikki kunnu sleppa undan útláti av CO2 við at umleggja orkukelduna. Hetta eru m.a. brennistøðir og sementframleiðsla, har CO2 verður framleitt í sjálvari tilgongdini at brenna ruskið ella í tilgongdini at umgera kálkstein til sement. Um CO2-útlátið av slíkum virksemi skal minkast, má hetta CO2-ið fangast og goymast. Her hevur CO2-goymsla, ella Carbon Capture and Storage (CCS), ein sera umráðandi leiklut í málinum um at minka um útlátið.
Tøknin
CO2-goymsla er ein tøkni, ið hevur verið brúkt aðrastaðni í heiminum seinastu nógvu árini, á fyrsta sinni í 1996 í Norra. Í stuttum er tað at pumpa CO2 frá útlátskeldum niður í undirgrundina, har tað trygt verður goymt, ístaðin fyri at lata tað út í atmosferuna.
Jarðfrøðin spælur ein stóran leiklut í, hvussu hetta verður gjørt. Tann mest brúkti hátturin er at pumpa CO2 undir høgum trýsti niður í sandstein einar 2,5 km undir havyvirflatuni í líknandi strukturar sum har, ið olja verður framleidd. Hetta verður m.a. gjørt á norska landgrunninum. Seinastu árini hevur Carbfix-verkætlanin í Íslandi havt góð úrslit at vísa á við at goyma CO2 í basalti. Her verður CO2 fyrst blandað við vatn, síðani verður pumpað á leið 800 m niður í undirgrundina. Tá CO2 er blandað við vatn, er tað tyngri enn grundvatnið, ið annars er í undirgrundini. Tað vil siga, at tað spakuliga søkkur niðureftir heldur enn at leka upp aftur á yvirflatuna. Eftir at tað er pumpað niður í opini í undirgrundini, bindur CO2 seg til basaltið og verður miniraliserað til mineralið calsit. Kanningar frá Íslandi vísa, at allar størsti parturin er miniraliseraður innan tvey ár, sum eisini hevur við sær, at eingin vandi er fyri, at CO2 skal leka.

Mynd 1. Vinstrumegin síggja vit, hvussu CO2 verður pumpað niður í sandstein á havbotninum. Høgrumegin síggja vit, hvussu hetta verður gjørt í basalt á landi.
CO2-goymsla í Føroyum
Eins og Ísland er størsti parturin av undirgrundini í Føroyum basalt. Eftir sum tað er teir serligu evnafrøðiligu eginleikarnir í basalti, sum er neyðugir fyri at fáa CO2 gjørt um til stein, kunnu Føroyar vísa seg at vera væl egnaðar til júst hetta.
Fyri at hetta skal bera til, er neyðugt við CO2, vatni, basalti (við høgum nøgdum av Ca, Mg ella Fe), og at enda er tað sera umráðandi, at op eru í undirgrundini, har hendan veskan kann verða pumpað inn, stroyma út í fláirnar og at enda verða mineraliserað.

Mynd 2. Eitt dømi um hvussu ein tvørskurður av føroyska basalt-pakkanum sær út, við ymiskum lava-fláum, royðulindum og ymiskum rivum, og hvussu CO2 upployst í vatnið verður pumpað niður í eina av hesum fláunum.
Tá ið vit tosa um pláss í undirgrundini, eru tað serliga tvey hugtøk, ið spæla ein leiklut: poknustig og gjøgnumstroymi. Poknustig sigur nakað um, hvussu nógv op eru í grótinum, meðan gjøgnumstroymi sigur nakað um, hvussu lætt veska kann stroyma ígjøgnum grótið.
Niðanfyri er ein mynd av tveimum steinum, har myrki grái liturin er tætt grót, meðan ljóst gráu økini eru poknur. Bæði dømini hava eins nógvar poknur og tí sama poknustig. Hinvegin hava poknurnar í døminum høgrumegin samband við hvør aðra, og tí er lættari hjá vesku at stroyma ígjøgnum grótið. Harav er gjøgnumstroymið hægri í hesum døminum.

Mynd 3. Vinstrumegin síggja vit eitt dømi, har poknustigið er høgt, men gjøgnumstroymi er lágt. Høgrumegin er poknustigið júst tað sama, men gjøgnustroymið er hægri.
Op í føroysku undirgrundini síggja vit serliga sum poknur, fláamørk og rivur. Fyri at eftirmeta, um tað er pláss, og hvussu nógv pláss talan er um, er neyðugt at kortleggja hesi trý fyribrigdi. Ynskiligt er at hava bæði høgt poknustig og gjøgnumstroymið, og tað er tað m.a. tá ið grótið er poknut og hevur rivur. Poknurnar gera at grótið hevur høgt poknustig og rivurnar at gjøgnumstroymið er høgt, altso at vatnupploystað CO2ið kann stroyma ígjøgnum grótið.

Mynd 4. Vinstrumegin síggja vit eitt dømi um poknut grót. Í miðjuni er dømi um grót við rivum, so veska kann stroyma ígjøgnum grótið. Høgrumegin síggja vit dømi um poknut grót við rivum, ið ger at veska kann stroyma frá einari poknu til aðra, harvið bæði høgt poknustig og gjøgnumstroymi.
Kanningar av føroyska basaltinum seinastu árini hava víst, at tað hevur røttu evnafrøðina til at gera CO2 um til calsit. Harafturat vita vit, at summar fláir eru betur egnaðar enn aðrar, og at rivur hava ein sera stóran leiklut við at fáa ført veskuna runt í fláunum.
Til bera at lesa meir um granskingarúrslitini, í hesum vísindaligu greinunum:
Greinar viðv. CCS
Roynd við CO2-goymslu á Førka
Hesa vikuna er verkstova á Jarðfeingi, har luttakarar í verkætlanini DecarbFaroe vitja. Millum...
Nýggj grein: Rivur hava stóra ávirkan á goymslueginleikan hjá basalti
Seinastu árini hava granskarar á Jarðfeingi og Universitetinum í Oslo kannað møguleikan at goyma...
Vísindalig grein um føroysku fláarøðina sum goymslugrýti til CO2
Ein nýggj vísindalig grein er júst útkomin í altjóða tíðarritinum Basin Research. Greinin snýr seg...
Royndarverkætlan við CO2-goymslu í Føroyum
Í farnu viku var verkstova hildin á Jarðfeingi, har greitt var frá um ætlanir at gera eina...
Fyrilestrar um CO2-goymslur og grundvatn
Skráin fyri árligu Vísindavøkuna er komin út, og hesa ferð er Jarðfeingi umboðað við tveimum fyrilestrum, sum báðir…
Rakul Maria Johannesen fingið eina millión krónur í stuðli frá Granskingarráðnum til phd-verkætlan
Rakul Maria Johannesen hevur fingið eina millión krónur í stuðli frá Granskingarráðnum til...






