Ein nýggj vísindalig grein er júst útkomin í altjóða tíðarritinum Basin Research. Greinin snýr seg um, hvussu vit kunnu gagnýta tær dátur og vitan, ið vit hava frá kanningum gjørdar í sambandi m.a. við oljuleiting og tunnilsgerð, til at kanna møguleikarnar fyri CO2-goymslu her í Føroyum.

Rakul M. I. Johannesen, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, hevur skrivað greinina saman við Janu Ólavsdóttir og Óluvu Eidesgaard á Jarðfeingi, Olivier Galland frá Universitetinum í Oslo, Lars Ole Boldreel frá Universitetinum í Keypmannahavn og Kim Senger frá Universitetssentrinum á Svalbard.

Fyri at røkka málunum um at minka um veðurlagsbroytingarnar er neyðugt at gagnýta tøknina, har CO2 verður goymt í undirgrundini (Carbon Capture and Storage), hetta slær IPCC fast. Ein máti at gera hetta er at goyma CO2 í undirgrund, ið er bygd upp av basalti. Fyri at gera hetta er alneyðugt at kenna undirgrundina til fulnar, og her hava vit í Føroyum ein fyrimun við øllum tí arbeiði, sum longu er gjørt.

Greinin vísir á, hvussu vit við at samla ymiskar dáturnar saman í ein 3D-dátugrunn (m.a. boringar, hæddarmodell, dýpdardátur og seismikk) kunnu fáa enn meiri vitan burturúr. Við hesum dátugrunninum kunnu vit t.d. kortleggja fláirnar tvørtur um fyrir, sum áður hevur víst seg at vera avbjóðandi.

Greinin slær millum annað fast, at tað ikki er umskarðing í Skopunarfirði, sum annars áður hevur verið hildið, og at fláirnar hella orsakað av upplyfti vestanfyri Føroyar. Hesar báar niðurstøðurnar hava stóran týdning, tá ið vit skulu eftirmeta, hvussu CO2 flytir seg í føroysku undirgrundini.

> Les greinina her <